Go to navigation

Lógir fyri føroysku deild

Love
Lógir fyri norrønt vegforum, føroysku deild.

(Viðtiknar av føroyska stýrinum tann 30/3-1990)

§ 1
Navn deildarinnar er: Norrønt vegforum, føroyska deild.

§ 2
Deildin er limur í nordiskt vägforum, sum hon hevur endamál og og lógir saman við.
Endamálið er at menna vega-, vegaferðslu og vegaflutnings­- økið í samstarvi millum yrkisfelagar í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki.

Endamálið verður framt við:

a) at hava vegakongressir

b) samskipan av gransking og

c) ymisk sløg av fundar- og nevndarvirksemi.

 

§ 3
Limir í deildini kunnu gerast: stovnar, feløg, fyritøkur, verkfrøðingar og aðrir einstaklingar, sum í virksemi sínum og vitan innan vegaøkið kunnu vera við til at fremja endamál felagsins.

 

§ 4
Deildin skal hava limafund minst eina ferð um árið.

Deildin verður stjórnað av stjóranum á Landsverki sum formanni og 4 stýrislimum afturat honum. Tveir stýrislimir og ein varastýrislimur vera valdir mak ár, og hinir tveir stýrislimirnir og ein varastýrislimur stak ár. Grannskoðari, sum ikki er limur í stýrinum, verður eisini valdur stak ár. Stýrið velur sjálvt skrivara.

Annars boðar formaðurin til fundar, tá ið hann heldur, at tørvur er á tí, ella tá ið tveir stýrislimir ynskja tað. Avgerðir hava bert gildi, um meirilutin í stýrinum atkvøður fyri.


Skrá fyri limafundir:

1. Val av orðstýrara.
2. Góðkenning av dagsskrá.
3. Góðkenning av frágreiðing frá seinasta limafundi.
4. Frágreiðing formansins.
5. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
6. Frágreiðing frá nevndunum.
7. Val av stýri sambært § 4.
8. Ymiskt.

 
§5
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Grannskoðaður roknskapur skal leggjast til góðkenningar á fyrsta limafundi á hvørjum ári.

 

§ 6
Lógir deildarinnar skulu altíð vera í samsvari við galdandi lógir fyri nvf. Lógir nvf 's galda eisini fyri føroysku deildina.

(Broytt seinast sambært viðtøku á limafundi tann 14. mai 2008.)